Útboð um uppseting og menning av tænastuportalinum í Talgildu Føroyum

08. mai 2018

Gjaldstovan legði fyrr í vikuni útboð á Keypsportalin um KT-veiting til komandi tænastuportalin í Talgildu Føroyum. Leitað verður eftir 2-3 KT-ráðgevum, úr einum felag ella samtaki, til ítøkiligar uppgávur við tænastuportalinum.

Talan er um uppseting og menning av tænastuportalinum. Hetta verður gjørt á OutSystems menningarpallinum, ið Gjaldstovan gjørdi sáttmála við í apríl mánaða.

Tænastuportalurin skal eftir ætlan verða klárur um eitt ár. Tí verður væntað, at arbeiðið kann byrja beint eftir at sáttmálin er undirskrivaður. Tað er ikki eitt krav, at veitarin kennir til OutSystems menningarpallin, sum tænastuportalurin skal mennast á, frammanundan. Talgildu Føroyar skipar fyri skeiðum og verkstovum.

Meira kann lesast um útboðið og sjálvar uppgávurnar á Keypsportalinum, sí her. Freistin at senda spurningar viðvíkjandi útboðnum eru 14. mai kl. 13.00. Freistin at lata inn tilboð er 21. mai 2018 k. 13.00

Lesast kann um OutSystems menningarpallin her.

Share