Tænastuportalurin mentur á OutSystems

30. apríl 2018

Komandi tænastuportalurin í Talgildu Føroyum tekur nú veruliga skap. Málið er, at borgarar í Føroyum fáa ein felags portal, har teir samskifta við almennu Føroyar. Tað skal vera lættari, skjótari og tryggari at røkka almennum talgildum tænastum. Harumframt skal borgarin fáa eitt hægri tænastustig, har møguleiki verður at fáa kunning, upplýsingar og enntá atgongd til sjálvavgreiðslur.

13. apríl 2018 undirskrivaðu Gjaldstovan og OutSystems sáttmála um ein menningarpall. Avtalan hevur við sær, at komandi tænastuportalurin verður mentur á hesum palli.

OutSystems er altjóða viðurkendur menningarpallur, ið verður nýttur í fleiri enn 50 londum, í 22 ymsum vinnum og við fleiri enn 245 altjóða partnarum. Í dag eru yvir 167.000 mennarar, ið eru knýttir til OutSystems. Talan er so statt um ein sera vælumtóktan menningarpall, ið hevur sum høvuðsendamál at veita loysnir til skjóta og munadygga menning.

Stórt kanningararbeiði hevur verið gjørt í sambandi við at velja menningarpall til tænastuportalin. Hugt hevur verið at loysnum hjá okkara grannalondum, eitt nú borger.dk í Danmark, island.is í Íslandi og esti.ee í Estlandi. Ígjøgnum hesar kanningar og tøkniligar kanningar av ymsum menningarpallum, komu Talgildu Føroyar í samband við OutSystems.

Í mars í ár vóru Outsystems í Føroyum og høvdu eina verkstovu um møguleikarnar við pallinum. Á verkstovuni vóru føroyskir KT- og tænastuveirarar bodnir at luttaka, so teir kundu fáa eina fatan av skipanini. Orðaskifti var við luttakararnar, og verkætlanarleiðarin á Tænastuportalinum hevur fingið fleiri góðar afturboðanir um tiltakið og sjálvan menningarpallin, og er tískil sera spent um komandi menningina.

Í sambandi við komandi arbeiðið við OutSystems fer Gjaldstovan at bjóða út at menna tænastuportalin. Talan verður um útboð, har ið leitað verður eftir tveimum mennarum at menna tænastuportalin. KT-veitarar kunnu bjóða mennarar fram frá egnari fyritøku, ella sum samtak millum egna og aðra fyritøku. Menningauppgávurnar fara m.a. at fevna um sjálvavgreiðslur, at sýna dátur, álmanakka og fráboðanarskipan. Útboðið verður at finna á Keypsportalinum byrjanini av mai.

Tað hevur stóran týdning fyri Talgildu Føroyar, at tænasturnar til komandi tænastuportalin verða mentar í Føroyum. OutSystems pallurin letur upp fyri møguleikanum, at fleiri KT-veitarar kunnu menna á honum samstundis. Tað er skjótt at venja mennarar upp í skipanini, sum verður nevnd ein low-code menningarpallur. Sjálvur pallurin og arkitektururin í honum ger harumframt menningina sera úrslitagóða, so tað er skjótt frá hugskoti til úrslit á Tænastuportalinum.

Eftir ætlan verður Tænastuportalurin klárur at taka í nýtslu um eitt ár.

Share