
Virkið - føroyska virkisskráin
Føroyska virkisskráin fær navnið Virkið. Her fert tú at finna upplýsingar um fyritøkur, stovnar og feløg í Føroyum.
Virkið er undir menning. Í næstum byrjar royndarkoyringin, har loysn og dátur verða góðskutryggjaðar, áðrenn skipanin verður alment tikin í nýtslu.
Alt savnað á einum stað
Virkið fer at savna upplýsingar úr almennum skráum á einum stað. Tú fert at kunna sláa fyritøkur, stovnar og feløg upp og síggja almennar upplýsingar um tey. Tú fert eisini at kunna fáa innlit í dátur um títt egna virki ella felag.
Atgongd til upplýsingarnar skal skapa størri gjøgnumskygni í føroyska virkislendinum. Tað ger tað lættari hjá tær at kunna teg um eitt virki ella felag, til dømis sum kundi, samstarvsfelagi ella íleggjari.
Brúka dáturnar í egnari skipan
Upplýsingarnar í Virkinum verða tøkar umvegis vevtænastur og kunnu heintast beinleiðis inn í aðrar skipanir. Tað sparir tíð, minkar um villur og ger tað lættari at halda upplýsingar dagførdar.
Soleiðis kunnu fyritøkur og stovnar brúka dáturnar í egnum arbeiðsgongdum uttan at sláa upplýsingarnar upp og flyta tær manuelt hvørja ferð.

Gjøgnumskygni og álit
Eitt av endamálunum við Virkinum er at skapa gjøgnumskygni í eigaraviðurskiftum, leiðslu, bygnaði og fíggjarviðurskiftum í føroyskum fyritøkum og felagsskapum. Atgongd til rættar og dagførdar upplýsingar styrkir álitið millum fólk, kundar, samstarvsfelagar, íleggjarar, vinnulív og tað almenna.
Gjøgnumskygni hevur eisini týdning fyri umdømi Føroya uttanlands. Føroyar eru limur í Global Forum on Transparency and Exchange of Information for Tax Purposes og skulu tí tryggja, at upplýsingar um eigaraviðurskifti lúka altjóða krøv og standardar. Hetta er samstundis við til at fyribyrgja sviki og øðrum ólógligum virksemi.
Samstarvið um Virkið
Skráseting Føroya, TAKS, Hagstova Føroya og Gjaldstovan menna Virkið í felag. Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni.