Virkið

Arbeiðið við at menna føroyska virkisskrá er komið væl áleiðis. Greitt er at Virkið, sum er navnið á nýggju tænastuni, verður klárt at taka í nýtslu í 2024.

Virkið er eitt stórt frambrot, sum verður eitt týðandi amboð fyri føroyskt vinnulív og almenna umsiting. Íverksetarar og vinnurekandi fara frá manuellum skrásetingum hjá ymiskum almennum myndugleikum til at gera tað talgilt á einum stað. Samstundis verða upplýsingar hjá Skráseting Føroyar og TAKS alment atkomuligar. Virkið fer sostatt at skapa gjøgnumskygni yvir føroyska virkislendið.

Alt savnað á einum stað

Virkið er samstarv millum Skráseting Føroya, TAKS, Hagstovuna og Gjaldstovuna, sum Talgildu Føroyar eru partur av. Endamálið er at savna allar upplýsingar um fyritøkur, stovnar, feløg og aðrar løgfrøðiligar eindir á einum stað. Tað verður lættari fyri íverksetarar og vinnurekandi, tí tað verður bara neyðugt at venda sær til eitt stað, tá ið feløg skulu stovnast, broytast ella niðurleggjast. Harumframt verður almenna fyrisitingin betri samansjóðað, so landið sleppur undan dupultum skrásetingum og viðlíkahaldi. 
 
TAKS og Skráseting Føroyar umsita ávikavist vinnuskránna og partafelagsskránna, sum hava upplýsingar og skrásetingar hjá føroyskum virkjum og feløgum um hendi. Í dag er neyðugt at venda sær til hvønn stovnin alt eftir, hvat slag av virki talan er um, og hvørji ørindini eru. Í fleiri førum er neyðugt at venda sær til báðar stovnar við somu upplýsingum. 

Lættari at stovna feløg og fyritøkur

Virkið verður felags inngongd til almennar myndugleikar hjá vinnuni og øðrum virkiseindum. Við eini felags sjálvgreiðslu verður nú møguligt at rita inn við Samleikanum og fara undir at stovna virki og feløg – uttan mun til um tað er einstaklingavirki, partafelag ella áhugafelag. Upplýsingar skulu bara latast á einum stað. Hetta ger fyrisitingarligu byrðurnar hjá íverksetarum og vinnulívsfólki lættari og skapar eina meira samanhangandi brúkaraferð.

Gjøgnumskygni

Eitt av endamálunum við Virkinum er at skapa gjøgnumskygni yvir eigaraviðurskifti, leiðslu, bygnað og fíggjarviðurskifti í øllum vinnugreinum í Føroyum. 
Hetta eru upplýsingar, ið eru gagnligar fyri samfelagið og eru við at skapa álit og trúvirði millum fólk, íleggjarar, vinnulív og tað almenna. Eisini skapar tað álit hjá kundum og samstarvsfeløgum at hava atgongd til dagførdar upplýsingar.

Gjøgnumskygni hevur eisini týdning fyri okkara umdømi uttanlands. Sum limir í Global Forum on Transparancy and Exchange of Information for Tax Purposes eru vit áløgd slíka skrá fyri at tryggja, at eigaraviðurskifti í Føroyum lúka altjóða krøvum og standardum. Hetta er fyri at byrgja fyri sviki og ólógligum virksemi.

Share

Virkið

Føroyska virkisskráin hevur fingið navnið Virkið og samstarv millum Skráseting Føroyar, TAKS, Hagstovuna og Gjaldstovuna, sum Talgildu Føroyar eru partur av.

V-talið

Virkið kann samanberast við Landsfólkayvirlitið, har allir føroyingar eru skrásettir við P-tali. Í Virkinum eru føroyskar fyritøkur, partafeløg, smápartafeløg, ítróttarfeløg, áhugafeløg og sjálvsognarstovnar, kommunalir og almennir stovnar skrásett við V-tali.