Vangin

Vangin ger tað lættari hjá borgarum at røkka almennum talgildum tænastum. Ein felags portalur, har allar tænasturnar eru savnaðar, gevur fólki eitt samlað yvirlit yvir persónlig viðurskifti, freistir, samskifti og tænastur.

Ætlanin við Vanganum er at hava eina felags inngongd til talgildu Føroyar. Her kunnu almennir stovnar og kommunur bjóða fram sínar tænastur og samskifti. Vangin er mentur við borgaranum í miðdeplinum. Borgarar skulu uppliva ein portal, ið er lættur at nýta. Tænasturnar og samskifti er samskipast á ein hátt, ið ger tað lætt at avgreiða egin viðurskifti, og tú upplivir størri samanhang og betri tænastu.  

Í 2017 yvirtók Gjaldstovan Mínboks frá Elektron og Posta. Postskipanin er ein sameindur partur av Vanganum, og tú hevur atgongd til postin har. 

Á Vanganum hevur tú atgongd til sín persónliga kalendara. Í kalendaranum er yvirlit yvir avtalur, freistir og áminningar frá almennum stovnum, ið brúka kalendaran.

Nógv orka verður løgd í, at Vangin er lættur at brúka. Starvsfólk innan user experience eru við at tryggja, at tænasturnar eru skynsamar fyri allar føroyingar. Vangin skal verða atkomiligur fyri øll, ið kunna, tíma og vilja, og tí er orka løgd í at liva upp til krøv í WCAG, sum er altjóða standardur innan internet atkomu.

Menningin av Vanganum er á menningarpallinum OutSystems (les meira um OutSystems her). 

Á Vanganum sært tú, hvørjar stovnar og kommunur vit samstarva við. Sum frá líður fara fleiri stovnar at leggjast afturat.

Far til Vangan

Far til Vangan