
Vangin
Vangin ger tað lættari hjá borgarum at røkka almennum talgildum tænastum.
Ein felags portalur, har allar tænasturnar eru savnaðar, gevur fólki eitt samlað yvirlit yvir persónlig viðurskifti, freistir, samskifti og tænastur.
Vangin er felags inngongd til talgildar tænastur. Her kunnu almennir stovnar, kommunur og ávísar fyritøkur bjóða fram sínar tænastur og samskifti.
Talgildu Føroyar reka Vangan. Menningin verður gjørd í samstarvi við teir tænastuveitarar, ið bjóða fram tænastur. Vangin verður mentur á menningarpallinum OutSystems.
Samskiftispallurin, Heldin, ger tað lætt, skjótt og trygt at knýta KT-skipanir hjá tænastuveitarunum saman, so upplýsingar einans verða vístar til rætta viðkomandi.