Tænastuportalurin er eyðsæddur møguleiki hjá almennum stovnum at luttaka í samskifti og tænastum við borgarar.

Tænastuportalurin er partur av talgilda undirstøðukervinum í Føroyum. Endamálið er at menna ein portal sum savnar talgildar tænastur hjá almennum og kommunalum stovnum á einum stað. Á Tænastuportalinum skulu borgarar trygt og effektivt kunna samskifta við stovnar á einum og samastað.

Stovnar, ið bjóða tænastur á Tænastuportalinum, verða nevndir tænastuveitarar. Tað er ikki krav at tænastuveitarar gera gagn av øllum møguleikunum á Tænastuportalinum. Saman við starvsfólkum í Talgildu Føroyum finna vit fram til, hvørjar tænastur hóska best til virksemi hjá hvørjum einstøkum tænastuveitara.

Eitt samstarv millum Talgildu Føroyar og stovnar byrjar við einum fundi, har ið vit greiða frá tænastunum, ið vit kunnu bjóða á Tænastuportalinum, t.d. sjálvavgreiðslur, kalendarin og Mínboks.
Um áhugi er at byrja eitt samstarv, verður farið undir at gera eina sokallaða empathy map greining. Greiningin gevur okkum eina betri fatan av málsøkinum, kundunum, vissjónini og avbjóðingunum hjá einstaka tænastuveitaranum.

Við borgaranum í miðdeplinum verður síðani farið í gongd við at menningararbeiðið. Vit finna í felag út av, hvat krevst tøkniliga og fyrisitingarliga fyri at fáa stovnin við á Tænastuportalin.

Um tykkara stovnur hevur áhuga í at gerast partur av Tænastuportalinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Vit samstarva við hesum tænastuveitarum

TAKS, Akstovan, Studni, Almannaverkið, Ílegusavnið, Umhvørvisstovan, Tórshavnar Kommuna

Hug at gerast partur av Tænastuportalinum?

Hvørjar tænastur veitur stovnurin?