Í november 2017 gjørdu P/F Mínboks og Gjaldstovan sáttmála um, at postskipanin Mínboks skuldi gerast partur av Talgildu Føroyum. Í dag er Mínboks partur av Vanganum.

Partur av heildarætlanini fyri Talgildu Føroyar er, at allir borgarar skulu hava ein talgildan postkassa til trygt samskifti, sum allir tænastuveitarar, almennir og privatir, skulu kunna senda til.

Mínboks lýkur krøvini um trygt talgilt samskifti og virkar væl. Allur posturin er bronglaður og knýttur at tínum P-tali, so tú hevur persónliga atgongd.

Í dag brúka bæði almennir, kommunalir og privatir stovnar Mínboks sum samskiftismiðil. Í 2019 sendu 20 stovnar og fyritøkur gott 600.000 brøv til teir knapt 27.000 føroyingarnar, ið hava Mínboks.

Við Mínboks hevur tú altíð atgongd til tín trygga talgilda postkassa. Mínboks kann brúkast allastaðni á teldu, teldlum ella fartelefon. 

Í sambandi við at Mínboks er vorðin partur av Vanganum eru sniðið dagført og gjørt meira brúkaravinaligt.