At gerast tænastuveitari

Vangin ger tað einfaldari at røkka talgildum tænastum. Ein felags portalur, har allar upplýsingar og tænasturnar eru savnaðar, gevur fólki eitt samlað yvirlit yvir persónlig viðurskifti, freistir, samskifti og tænastur.

Vangin er felags inngongd til talgildar tænastur. Her kunnu almennir stovnar, kommunur og ávísar fyritøkur bjóða fram sínar tænastur og samskifti.

Á Vanganum sært tú, hvørjir tænastuveitarar eru, sí leinkið niðanfyri.

Far til Vangan

  • Les meira um At gerast tænastuveitari

    Vangin er eyðsæddur møguleiki hjá almennum stovnum og kommunum at luttaka í samskifti og tænastum við borgarar.

    Á Vanganum skulu borgarar trygt og effektivt kunna samskifta við stovnar, kommunur og fyritøkur á einum og sama stað.

    Stovnar og kommunur, ið bjóða tænastur á Vanganum, verða nevndir tænastuveitarar. 

    Eitt samstarv millum Talgildu Føroyar og tænastuveitarar byrjar við einum fundi, har ið vit greiða frá tænastunum, ið vit kunnu bjóða á Vanganum, t.d. sjálvavgreiðslur, kalendarin og Mínboks.
    Um áhugi er at byrja eitt samstarv, verður farið undir at gera eina sokallaða empathy map greining. Greiningin gevur okkum eina betri fatan av málsøkinum, kundunum, vissjónini og avbjóðingunum hjá einstaka tænastuveitaranum.

    Niðanfyri kanst tú lesa meira um møguleikarnar á Vanganum. Tað er ikki krav, at tænastuveitarar gera gagn av øllum møguleikunum á Vanganum. Saman við starvsfólkum í Talgildu Føroyum finna vit fram til, hvørjar tænastur hóska best til virksemi hjá hvørjum einstøkum tænastuveitara.

    Um áhugi er í at gerast partur av Vanganum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

  • Les meira um Mínboks

    Mínboks er sameindur partur av Vanganum.

    Partur av heildarætlanini fyri Talgildu Føroyar var, at allir borgarar skulu hava ein talgildan postkassa til trygt samskifti, sum allir tænastuveitarar, almennir og privatir, skulu kunna senda til.

    Mínboks lýkur krøvini um trygt talgilt samskifti og virkar væl. Allur posturin er bronglaður og knýttur at tínum P-tali, so tú hevur persónliga atgongd.

    Í sambandi við at Mínboks er vorðin partur av Vanganum er sniðið dagført og gjørt meira brúkaravinaligt.

  • Les meira um Kalendaran

    Á Vanganum er kalendari, sum tænastuveitarar brúka til at seta innkallingar, áminningarvið, t.d. um bilurin skal til sýn, nær seinasta freist er at søkja um ferðastuðul og nær vinnubrøv ganga út ella skulu endurnýggjast. 

    Borgarar kunnu í flestu førum eisini broyta avtalur í kalendaranum.

  • Les meira um Tænastuveitarasíður

    Allir tænastuveitarar á Vanganum hava egna tænastuveitarasíðu. Hetta er fyri at borgarin sær, hvønn stovn ella kommuna samskift verður við.

    Á síðuni er yvirlit yvir

    • hvør tænastuveitarin er
    • hvørjar sjálvgreiðslur eru
    • skrásettar dátur um borgaran
    • persónlig mál hjá borgaranum
    • kontaktupplýsingar

    Tænastuveitarar umsita tænastuveitarasíðuna. Upplýsingarnar koma sostatt beinleiðis frá teimum.

  • Les meira um Persónligar dátur

    Á Vanganum fáa borgarar atgongd til sínar persónligu dátur.

    Tað er bara borgarin, ið sær allar sínar dátur. Ymisku tænastuveitararnir hava ikki atgongd til dátur hjá hvørjum øðrum. Dátur verða ikki samkoyrdar, uttan at borgarin gevur samtykki til hetta.

    Dátur verða ikki goymdar á Vanganum, men verða heintaðar frá tænastuveitarunum, tá ið tú ert innritaður. Tað er tænastuveitarin, ið umsitur dáturnar, ið verða stillaðar út á Vanganum.

    Samskiftispallurin, Heldin, ger tað lætt, skjótt og trygt at knýta KT-skipanir hjá tænastuveitarunum saman, so upplýsingar einans verða vístar til rætta viðkomandi.

  • Les meira um Sjálvgreiðslur

    Tænastuveitararnir á Vanganum hava nógvar ymiskar tænastur at bjoða borgarum. Hesar verða nevndar sjálvgreiðslur.

    Borgarar kunnu t.d. søkja um ferðastuðul hjá TAKS, byggiloyvi hjá kommununi ella lestrarstuðul frá Studna.

    At brúka eina sjálvgreiðslu á Vanganum er skjótt og lætt. Tá ið umsóknin er avgreidd, fær borgarin avrit av henni sum kvittan í Mínboks.

  • Les meira um Appina

    Vangin fæst eisini sum app á snildfol og teldil. 

    Appin og vangin.fo geva borgarum somu tryggu hentleikar, so teir skjótt og lætt kunnu avgreiða síni viðurskifti. 

    g.g. Ættarbandsskráin hjá Ílegusavninum er einans atkomulig á vangin.fo

  • Les meira um Talgilda atkomu

    Vangin er mentur við borgaranum í miðdeplinum. Borgarar skulu uppliva ein portal, ið er lættur at brúka. Starvsfólk innan user experience eru við at tryggja, at tænasturnar eru skynsamar fyri allar føroyingar. Vangin skal verða atkomiligur fyri øll, ið kunna, tíma og vilja, og tí er orka løgd í at lúka krøv í WCAG, sum er altjóða standardur innan internet atkomu.

  • Les meira um OutSystems

    Vangin verður mentur á pallinum OutSystems.

    OutSystems (les meira um OutSystems her). 

    Niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir, hvørji online skeið sum tú skalt taka, um tú ynskir tær førleikar at menna tænastur á Vanganum, fyri stovnar og kommunur.

    Førleikamenningar-tilgongd:

    All courses are free of charge. The exam costs apr. 300 euro)

    To start development with Outsystems the person should have a background in Software  Development.

    The most important areas to be covered:

    • Front end development( HTML, CSS, JS) person should be on a level higher that junior. The developer should understand how it works, in order to work effectively in OutSystems.

    Outsystem Skeið

    Given the developer has the prerequistes stated above, the developer is well equipped to start the OutSystems guided path

    It is recommended to take at least these courses ones:

    As well the developer should study Platform best practices:

    Exam:

     

Far til vangin.fo