Webmail

Seinast dagført 17.03.2020

Tá ið tú arbeiðir heima, mæla vit til, at tú brúkar eina Landsnet teldu og Outlook til arbeiðsteldupostin.

Um tú ikki hevur eina Landsnet teldu, og tú ikki brúkar teldupost nógv, ber til at seta teldupostin upp á snildfonini.

Um tú brúkar teldupost nógv, og tú ikki hevur eina Landsnet teldu við Outlook, kanst tú fáa atgongd til teldupostin við webmail á einum internetkaga, t.e. Chrome, Firefox, Explorer o.s.fr.

Fyri at rita inn á webmail, skalt tú fara inn á ein internetkaga og á https://post.landsnet.fo

Soleiðis ritar tú inn

Domain\Username: LANDSNET\<LN-Brúkaranavn>

Password: Títt loyniorð til tín Landsnet brúkara.

Dømi:

 

GG: Av trygdarávum skalt tú ikki trýsta á Gem Adgangskode/Save Password í internetkaganum, tá ið tú ritar inn á webmail.

Er tín brúkari settur upp til at góðtaka fleirstiga góðkenning við kalli, verður tú uppringd/-ur av einum útlendskum telefonnummari við landakotu +1 við einum boðum, ið tú skalt fylgja.  

Er tín brúkari settur upp til at góðtaka fleirstiga góðkenning við Microsoft Authenticator, sum er ein app á snildfonini, fær tú eina fráboðan á snildfonina, har tú skal trýsta á Accept/Godkend. 

Kemur einki kall ella nakað boð á telefonina, kanst tú royna mannagongdina sum eitur Multi-Factor Authentication

Eru trupulleikar við at innrita, kunnu tit seta tykkum í samband við tykkara úrvalsbrúkara ella KT Skivuna á 352490.

KT Landsins

Telefonin hjá KT Skivuni, 35 24 90, svarar alt samdøgrið.

Teldupostadressan er ktskivan@gjaldstovan.fo

Fjarhjálp: Team Viewer

Frá 16. mars 2020

Móttøkan í Albert Hall er opin frá kl. 8.30 - 15.30.

Telefon 35 24 00 svarar millum kl. 9 og 15.

Trýst her fyri at fáa starvsfólkayvirlit við telefonnumari og teldupost adressu