Skype for Business - App password

Seinast dagført 22.03.2020

Í samband við at fleirstigað góðkenning er sett í verk fyri Office 365, mugu brúkarar, ið framvegis brúka Skype for Business, gera nakrar tillagingar.

Av tí at Skype for Business ikki kann brúkast til fleirstiga góðkenning, er neyðugt, at brúkarin ger sær eitt serligt ”app loyniorðið” til Skype. Hetta loyniorðið skal brúkast til innriting av Skype for Business.

Rita inn á https://aka.ms/MFASetup  

Vel App Password.

 

Trýst á knøttin create.

 

Skriva eitt navn til loyniorðið, t.d. SkypeForBusiness og trýst á Next. 

 

 

Síðan fært  eitt nýtt Password,  bara er ætlað til Skype for Business.

Skriva loyniorðið niður, ella trýst á copy password til clipboard fyri at kopiera loyniorðið, tí loyniorðið sæst ikki aftur.

 

Tendra Skype for Business og rita út. 

 

Innrita aftur og brúka títt nýggja loyniorð og ikki tað gamla. 

 

Um loyniorðið er skrivað niður á pappír, goymt á telduni ella goymt á annan hátt, skal tað burturbeinast ella strikast, so tað ikki er goymt nakrastaðni. Um Skype for Business skal tillagast aftur seinni ella skal setast upp á aðrari teldu, so skal tú gera eitt nýtt app password umaftur 

KT Landsins

Telefonin hjá KT Skivuni, 35 24 90, svarar alt samdøgrið.

Teldupostadressan er ktskivan@gjaldstovan.fo

Fjarhjálp: Team Viewer

Frá 16. mars 2020

Móttøkan í Albert Hall er opin frá kl. 8.30 - 15.30.

Telefon 35 24 00 svarar millum kl. 9 og 15.

Trýst her fyri at fáa starvsfólkayvirlit við telefonnumari og teldupost adressu