KT Landsins og Landsnet

Nú heitt verður á stovnarnar at umskipa teirra virksemi við at senda fólk heim at arbeiða, verður eitt vælvirkandi Landsnet ein fyritreyt fyri hesum. Hetta er ein broytt støða, og tí verður sagt frá:

Landsnet hevur ikki roynt áður at hava so nógv arbeiðandi heimanífrá samstundis. Men hildið verður ikki, at kapasitetsavmarkingar eru á skipanini.

Tey, sum hava farteldur, kunnu fara heim at arbeiða.

KT Skivan hjá KT Landsins er mannað. Vit leggja dent á at varðveita mannagongdina, at brúkarar av Landsneti fyrst venda sær til úrvalsbrúkaran á stovninum, áðrenn fyrispurningar verða sendir til KT Landsins.

Eingin ivi er um, at tá ið okkurt um túsund brúkarar fara at arbeiða heimanífrá, fer tað at skapa trýst á KT Skivuna. Tað fer at merkja longri svartíðir, og tí verður tilfar lagt út á her at hjálpa úrvalsbrúkarum og vanligum brúkarum.

Verður KT Skivan ein fløskuhálsur, mugu úrvalsbrúkararnir á stovninum raðfesta og boða frá, hvørjar uppgávur hava størst týdning. Heitt verður tí á stovnarnar, at stovnarnir í fyrsta umfari bert at venda sær til KT Skivuna við átrokandi spurningum.

Móttøkan í Albert Hall verður stongd frá mánadegnum 16. mars. Tí er neyðugt at avtala tíð á telefonnummarinum hjá KT Skivuni, um ein telda skal verða latin inn ella avheintað. Hetta er galdandi fyri nýggjar teldur og teldur, sum eru dagførdar o.a.

Mannagongdir, annað tilfar og fráboðanir verða dagførd her.

Fólk í KT Landsins hava verið í samband við flestu stovnarnar, sum hava stationerar teldur, og kannað tørvin, um starvsfólkini hava brúk fyri farteldum at taka heim við. Stovnarnir hava allir boðað frá, at teir klára seg við verandi útgerð. Tí hava vit ikki keypt fleiri teldur inn. Um stovnarnir allíkavæl hava brúk fyri nýggjum farteldum, setið tykkum so í samband við KT Skivuna.

Vert er at hava í huga, nú alt húskið verður heima í arbeiðstíðini, og nógvar eindir tí eru á internetinum á sama internethaldi samstundis, ávirkar hetta góðskuna á sambandinum og kann skerja møguleikan at arbeiða heimanífrá.

KT Skivan hevur tlf. 35 24 90 og svarar alt samdøgrið. Teldupostadressan er: ktskivan@gjaldstovan.fo
Úrvalsbrúkarar kunnu eisini stovna uppgávur í helpdeskskipanini hjá KT Landsins: ktskivan.landsnet.fo

KT Landsins

Telefonin hjá KT Skivuni, 35 24 90, svarar alt samdøgrið.

Teldupostadressan er ktskivan@gjaldstovan.fo

Fjarhjálp: Team Viewer

Frá 16. mars 2020

Móttøkan í Albert Hall er opin frá kl. 8.30 - 15.30.

Telefon 35 24 00 svarar millum kl. 9 og 15

Trýst her fyri at fáa starvsfólkayvirlit við telefonnumari og teldupost adressu