Starvsfólk til Talgildu Føroyar

Hevur tú áhuga fyri talgildum og brúkaravinaligum tænastum? So eru sera spennandi og avbjóðandi starvsmøguleikar í Talgildu Føroyum.

Talgildu Føroyar reka og menna talgilda undirstøðukervið í Føroyum, og vit eru partur av Gjaldstovuni.

Umleið 50 almennir, kommunalir og privatir tænastuveitarar brúka Samleikan, Vangan, Heldina og Mínboks til at veita kundum sínum tryggar talgildar tænastur. Gott 25.00 fólk brúka Samleikan og Vangan. Vit samstarva tvørtur um allar geirar í føroyska samfelagnum við spennandi og avbjóðandi uppgávum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við føroyskar og útlendskar KT veitarar.

Tú fert at starvast í einum framfýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum. Umleið 70 fólk starvast á Gjaldstovuni, 14 teirra í Talgildu Føroyum. Vit arbeiða innan verkætlanarleiðslu, kundarøkt, rakstur, KT menning, løgfrøði, samskifti, UX og greining.

Vit halda til í Albert Hall á Argjum, sum hevur góðar arbeiðsumstøður. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum.

Share

Størv

Í løtuni er einki leyst starv at søkja