Starvsfólk til Talgildu Føroyar

Gjaldstovan søkir eftir fólki við innliti í brúksupplivilsi (UX) og greining til Talgildu Føroyar. Talan eru um avloysarastarv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi.

Loysnirnar, ið verða mentar í Talgildu Føroyum, eru ætlaðar øllum borgarum í Føroyum. Talan er um ein breiðan skara av brúkarum við ymiskum tøkniligum førleikum og royndum. Neyðugt er, at atlit verða tikin fyri hesum ymiskleika, so øll kunnu gagnnýta hesar loysnir, og at tær kennast lættar at brúka.
Tí sóknast vit eftir starvsfólki við vitan innan UX, ið skal góðskutryggja loysnirnar við innliti í, hvat brúkararnir ynskja og hava tørv á. Eisini skal starvsfólki standa fyri greining av mannagongdum og brúkaramarkamótum saman við starvsfeløgum og tænastuveitarum.

Starvsinnihald
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú skalt virka sum millumlið millum tænastuveitarar, mennarar og brúkarar. Tú skalt:

• koma við uppskotum til brúksvinarligar og skynsamar loysnir
• skipa brúkarabólkar og verkstovur
• samskipa og luttaka í royndarkoyringum (test) av loysnum saman við brúkarum
• luttaka í greiningum, saman við stovnum og fyritøkum, ið skulu hava talgildar loysnir mentar.

Uppgávurnar verða loystar í tøttum samstarvi við mennarum, designábyrgdarum og verkætlanartoyminum. Tú verður partur av einum sterkum og eldhugaðum toymi, har tú sum verkætlanarstarvsfólk hevur ábyrgd av yvirskipaðu leiðini innan brúksupplivilsi í Talgildu Føroyum. Á Gjaldstovuni stremba vit áhaldandi eftir, at karmarnir eru góðir til at gera arbeiðið til fulnar. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Tú kemur at starvast í einum nýhugsandi og framfýsnum KT-umhvørvi, saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

Førleikar og útbúgving
Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving á í minsta lagi bachelor stigi, har UX og greining er ein týðandi partur. Tú skalt hava kunnleika til ástøði, háttalag og standardir innan brúksupplivilsi og -brúksvinsemi (design thinking, WCAG v.m.). Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við amboðum sum t.d. Adobe XD. Tú skalt hava góð evni at greina krøv og ynski, og duga væl at miðla hesi á lætt skilligan hátt. 
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir innan fakið, og vit vænta, at tú í minsta lagi hevur praktiskar royndir við hesum frá útbúgving.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um tíðaravmarkað starv fram til árslok 2020. Starvið er fulla tíð.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum.

Umsókn
Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til starv@talgildu.fo. Umsóknin skal frámerkjast “Starvsfólk til UX og greining”.

Umsóknarfreistin er 27. september 2019, kl. 13.00.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóra á Talgildu Føroyar, nicolai.balle@gjaldstovan.fo ella á tlf. 792 424