Rakstrarleiðari til Talgildu Føroyar

Ynskir tú at gerast partur av Føroya størstu KT verkætlan?

Talgildu Føroyar er verkætlan, sum er skipað á Gjaldstovuni. Endamálið er at seta í verk talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar. Tað eru fýra høvuðstættir í Talgildu Føroyum: Samleikin, Tænastuportalurin, Heldin og Grundardátur. Fyrsta loysnin, Heldin, varð sett í verk í 2016. Eftir ætlan verða Talgildi Samleikin og Tænastuportalurin tikin í nýtslu fyrra hálvár 2019, og til ta tíð skal rakstrareind stovnast.

Tí sóknast Gjaldstovan eftir rakstrarleiðara til Talgildu Føroyar. Í fyrstu syftu verður høvuðsuppgávan at standa fyri, at Talgildi Samleikin verður settur skynsamt og trygt í rakstur. Harumframt skalt tú áhaldandi menna Talgilda Samleikan í tøttum samstarvi við onnur ábyrgdarøki á Gjaldstovuni. So hvørt sum aðrar loysnir í Talgildu Føroyum koma í rakstur, fer starvið at fevna um fleiri uppgávur.

Tú verður partur av einum sterkum og eldhugaðum toymi, har ið tú fært beinleiðis ávirkan á at talgilda Føroyar. Á Gjaldstovuni stremba vit áhaldandi eftir, at karmarnir eru góðir til at gera arbeiðið til fulnar. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Á Gjaldstovuni fer tú at starvast í einum nýhugsandi og framfúsnum KT-umhvørvi, saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum. 

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú m.a.  

  • skal seta í verk rakstrarbygnaðin fyri Talgilda Samleikan
  • skal skipa skrásetingarmyndugleikan, ið útflýggjar og endurnýggjar talgildar samleikar
  • skal skipa og menna tænastudepil (1. Level support) fyri Talgilda Samleikan
  • skal gera og halda viðlíka rakstrar- og tænastuavtalur (SLA, OLA) við veitarar
  • luttekur í forum saman við rakstrar- og skipanarveitara og kemur við tilmælum
  • tryggjar, at Talgildi Samleikin lýkur formlig krøv innan lóggávu og standardar
  • hevur ábyrgd av, at trygdin er nøktandi, m.a. skipa fyri skoðan og seta í verk trygdartiltøk
  • luttekur í altjóða samstarvi fyri áhaldandi at menna og halda viðlíka Talgilda Samleikan.

Í tíðarskeiðinum, tá ið Talgildi Samleikin verður mentur, verður tín uppgáva at: 

  • seta teg inn í arkitekturin, funktionalitetin og veitingarnar í Samleika-loysnini
  • saman við rakstrar- og skipanarveitarum hava ábyrgd av at seta á stovn tøkniliga rakstrarumhvørvið
  • samskifta við rakstrar- og skipanarveitarar
  • fyrireika og skipa innanhýsis rakstrarbygnaðin fyri Talgilda Samleikan
  • tryggja, at góðskan á veitingum, svarar til tað, sum er avtalað.

Førleikar og útbúgving 

Tú skalt hava holla vitan og drúgvar royndir við KT-rakstri, -trygd og -support. Tú skalt hava kunnleika til teir standardar, sum slíkt virksemi verður skipað eftir, t.d. ITIL. Tað er fyrimunur, um tú hevur innlit í Public Key Infrastructure (PKI), og hvussu tað er skipað í rakstrarhøpi. Tað er eisini gagnligt at hava vitan um og royndir við at skipa útboð av uppgávum, umframt at samráðast og samskifta við veitarar. Starvið krevur altjóða samskifti, og tú mást duga væl enskt í skrift og talu. Har afturat er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at byggja upp og leiða eina rakstrareind, umramt at fyrireika og seta í verk mannagongdir.

Vit ímynda okkum, at tú hevur akademiska útbúgving innan KT ella líknandi.

Vit leggja dent á góðar persónligar eginleikar og at tú ert framsíggin, soleiðis at tú kanst geva títt íkast til áhaldandi at menna Talgildu Føroyar. 

Setanar- og lønarviðurskifti 

Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.  

Undir menningini av Talgilda Samleikanum verður tú partur av Talgildu Føroyar verkætlanini. Eftir tað, verður starvið skipað á rakstrardeild.

Umsókn 

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal verða send starv@talgildu.fo. Umsóknin skal frámerkjast “Rakstrarleiðari til Talgilda Samleikan”. 

Umsóknarfreistin er 21. juni 2018 

Meira kunning um starvið fæst við at venda tær til Nicolai Balle, verkætlanarstjóra fyri Talgildu Føroyar, á nicolai.balle@gjaldstovan.fo ella á tlf. 792 424, ella til Rolf Herup Olsen, verkætlanarleiðara fyri Talgilda Samleikan á rolf@talgildu.fo ella tlf. 210 414.