Samskifti og kunning er eitt øki, sum gerst alsamt týdningarmiklari fyri Talgildu Føroyar. Verkætlanirnar eru nú allar í gongd, og áhugapartarnir verða alt fleiri. Eisini nærkast tíðin, tá loysnirnar eru klárar at taka í nýtslu hjá brúkarunum. Hetta hevur við sær økt krøv til kunning og samskifti. Vit hava tí tørv á fólki við góðum førleikum innan samskifti, bæði strategiskt, taktiskt og operationelt samskifti.
Tú skalt kenna til ástøði innan samskifti, duga væl at miðla, kenna til ymsa tøkni innan samskifti og helst eisini hava royndir sum samskiftisfólk. Tú skalt kunna leggja til rættis samskiftisætlan fyri Talgildu Føroyar sum heild og fyri einstøku verkætlanirnar. Tú skalt eisini kunna leggja til rættis og standa fyri teimum átøkum, sum skulu gerast, tá loysnir skulu út til brúkaran, t.e. borgarar, fyritøkur og stovnar. Tú skalt hjálpa og vegleiða øðrum starvsfólkum í Talgildu Føroyum at vinkla og miðla samskifti úteftir. Talan kann verða um at framleiða kunningar- og tíðindaskriv, vegleiða tá Talgildu Føroyar verða viðgjørdar í miðlunum og gera vegleiðingar, framløgur o.l. Tú skalt eisini duga væl at skriva og orða teg á føroyskum, enskum og donskum, og duga at fáast við og leggja út á heimasíðu og Facebook – bæði skrivligt og annað tilfar.