Talgildu Føroyar fevnir um bæði stovnar, fyritøkur og allar føroyingar, og tí er tað umráðandi at fáa so nógvar partar við sum gjørligt, sum fáa ávirkan á verkætlanina.

4. apríl 2017 undirskrivaði Fíggjarmálaráðið avtalu við 16 feløg og fyritøkur um samstarv í sambandi við Talgildu Føroyar. Samstarvsfelagarnir hava eitt umboð í stýrisbólkinum hjá Talgildu Føroyum, og hava á tann hátt beinleiðis ávirkan á arbeiðið í verkætlanini.

Í tíðarskeiðinum 2017-2020 fíggja samstarvsfelagarnir verkætlanina við samanløgdum 16,7 milliónum krónum. Harumframt hava føroysku peningastovnarnir sett 9 milliónir krónur av til íløgur og 6 milliónir krónur til rasktur í verkætlanini.

Tá ið samstarvsavtalurnar vóru undirskrivaðar segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fígjarmálum: “Vit ynskja, at menningin av Talgildu Føroyum verður kjølfest breitt í føroyska samfelagnum, soleiðis at vit fáa loysnir, ið skapa so stóra framgongd sum møguligt fyri føroyingar, vinnu og alt samfelagið. Eg eri tí ómetaliga fegin um, at vit í dag hava gjørt samstarvsavtalur við eina røð av fyritøkum og feløgum, ið vilja verða partar av hesi stórfingnu verkætlan - ein verkætlan, ið fer at flyta Føroyar munandi framá við nýggjum og betri tænastum, størri kappingarføri og einum lættari gerandisdegi fyri føroyingar”

Samstarvsfelagarnir eru

SEV

IRF

Føroya Tele

Atlantic Airways

Eystur- og Sandoyartunlar

Vága Floghavn

ALS og Trygdargrunnurin

Effo

Magn

Betri Trygging

Trygd

Nordik Pensjón

Lív

Betri Pensjón

Felagið Peningastovnar vegna BankNordik, Betri Banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.