Kunningartiltak

18.06.19 týsdagur 09:00, Smæran

2019 er eitt spennandi ár hjá Talgildu Føroyum har arbeitt verður á fleiri mótum. Nú nærkast at Talgildi Samleikin og Tænastuportalurin verða settir í verk, og at føroysku lendisdáturnar verða tøkar hjá almenninginum at nýta, bæði lætt og ókeypis.

Byrjað verður kl. 9.00, tá Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, bjóðar vælkomin. Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovuni hava framløgur um verkætlanina, ymsar loysnir í menning verða vístar, síðani verður nýggja heimasíðan løgd fram, og ljós verður varpað á tíðina eftir verkætlanina.

Tiltakið endar á døgurða við onkrum til matna í hølunum hjá Starvsmannafelagnum.

Vinaliga boða frá luttøku við at senda teldubræv til talgildu@talgildu.fo ella durita@talgildu.fo í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2019.

Share