Vísindalig grein um Talgildu Føroyar

20. august 2019

Sailing towards digitalization when it doesn’t make cents? Analysing the Faroe Islands’ new digital governance trajectory er vísindalig grein, sum er givin út í Island Studies Journal.

Keegan McBride, MSc, er høvundur á greinini. Keegan er junior granskari í Information Systems Group of Tallin og PhD lesandi á Ragnar Nukse deildini fyri Nýskapan og Leiðslu á Tekniska Háskúlanum í Tallin í Estlandi. Keegan granskar nógv í frítt atkomuligum almennum dátum open data, samskapan, smáum tjóðum, e-government og tulkandi vísind. Í fjør var Keegan á vitjan í Føroyum í sambandi við gransking.

Úrslitið av arbeiðinum er komið út í vísindaliga grein hjá Island Studies Journal. Endamálið við greinini er í fyrra lagi at siga frá gongdini við arbeiðinum at talgilda Føroyar, og í øðrum lagi verður hugt eftir grundgevingum og vánum hjá ymsu áhugabólkunum, ið hava staðið á odda við at talgilda í Føroyar.

Granskingin byggir á ítøkiligar eygleiðingar (Inductive method) og er í høvuðsheitum grundað á 23 opnar samrøður, gjørdar gjøgnum tríggjar vikur, umframt almenn skjøl og innanhýsis frágreiðingar frá landsmyndugleikunum.

Greinin gevur ein samandrátt av størstu forðingunum fyri talgilding í Føroyum og kemur til ta niðurstøðu, at talgildingin neyvan fer at hava sparingar við sær, men at møguleiki er fyri øðrum ítøkiligum vinningi so sum menning av føroysku KT vinnuni.

Greinin kann lesast her

Share