Verkstova við íverksetaraumhvørvið útsett
Verkstovan, sum Talgildu Føroyar og Íversetahúsið eftir ætlan skuldu skipa fyri mikukvøldið 22. november, er útsett til hóskvøldið 1. mars kl. 19 til 21:30 í Gjaldstovuni á Argjum.
Endamálið við verkstovuni er at knýta saman hugskot, møguleikar, íblástur, kjak og netverkan. Útbreiðslan og menningin av Talgildu Føroyum skapar rúm fyri hugskotum og loysnum og vit í Talgildu Føroyum hava sum stevnumið, at menningin av verkætlanini mest møguligt skal mynda teir førleikar og tann blástur, ið føroyska samfelagið hevur í hondum. Tað er sum liður í hesum stevnumiði, at Íverksetarahúsið og Talgildu Føroyar skipa fyri ókeypis verkstovuni 1. mars. Vit vóna, at undirtøkan verður góð og at verkstovan kann leggja spírar undir nýggj hugskot og menning í føroyskum vinnuhøpi.
Til ber at lesa meira um verkstovuna her.