Væleydnað tiltak um vinnumøguleikar í Talgildu Føroyum

08. mars 2018

Hóskvøldið 1. mars skipaðu Talgildu Føroyar og Íverksetarahúsið fyri tiltakinum Nýggir vinnuvegir í Talgildu Føroyum.

Nógv fólk møtti upp, tá ið starvsfólk frá Talgildu Føroyum greiddu frá verkætlanunum: Talgildi Samleikin, Tænastuportalurin, Grundardáta og Heldin. Harumframt umrøddu tey eisini framtíðarlíkindini fyri nýmenning og íverksetan.

Endamálið við tiltakinum var, at kunna íverksetarar og onnir áhugað, um teir vinnumøguleikar, ið kunnu standast av verkætlanini.

Komið var inn á, hvussu Heldin, sum longu nú er virkin, kann gagnnýtast. Harumframt varð prátað um, hvussu grundardátur kunnu nýtast vinnuligt, og um umstøðurnar at gera vevtænastur upp í móti Talgildu Føroyum. Hetta er ikki bert avmarkað til átøk í sjálvari Talgildu Føroyar verkætlanina, men eisini hjá m.a. almennu tænastuveitarunum, ið skulu knýta í Tænastuportalin.

Eftir framløgurnar var orðaskifti við spurningum frá luttakarunum. Spurningar vóru settir til allar súlurnar í verkætlanini og tey evnir, ið vóru til umrøðu.

Fyriskipararnir eru sera væl nøgdir við tiltakið og vóna at kunna bjóða til eitt líknandi tiltak seinni.

Share