Væl eydnað kunningartiltak í Smæruni

20. juni 2019

Týsdagin 18. juni skipaðu Talgildu Føroyar fyri kunningartiltaki, sum Smæran var karmur um. Nýggja heimasíðan foroyakort.fo varð løgd fram á tiltakinum. Heimasíðan, sum er ein týðandi varði í grundardátunum, er eitt samstarv millum Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovuna, ið umsitur fleiri av stóru og týdningarmiklu grundardátuskráunum, sum innihalda grundleggjandi upplýsingar um Føroyar og føroyingar.

Endamálið við kunningartiltakinum var at kunna samstarvsfelagar og áhugabólkar hjá Talgildu Føroyum um gongdina í verkætlanini, sum er komin langt ávegis. Prototypur av Samleikanum og Tænastuportalinum vórðu vístar fram, so fólk fingu eina góða hóming av, hvussu loysnirnar fara at virka. Eisini varð greitt frá gongdini við at talgilda skjalasøvnini hjá Tinglýsing og Matrikul. Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, segði frá fyrimununum við eini talgildari tinglýsing, og hvørja ávirkan tað fer at hava á arbeiðið framyvir.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum eisini varðar av talgilding, greiddi frá, hví landsstýrið hevur valt at raðfesta Talgildu Føroyar ovarlaga seinastu árini. Landsstýriskvinnan boðaði eisini frá, at farið verður undir at orða eina ætlan fyri Talgildu Føroyar 2.0. Miðað verður ímóti at fáa nógv ymisk fólk við í arbeiðið, sum fer at ávirka okkara útbúgvingarskipan, vinnulív, arbeiðsmarknað, grøna orkuskifti, almennar tænastur v.m.

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, greiddi frá KT nýtsluni í almenna geiranum, og hvørjar framtíðarvánirnar eru til nýtsluna. At enda hevði Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Hey, eina lýsing av, hvussu vit væntandi fara at liva í einum talgildum Føroyum í framtíðini. Báðir vóru samdir um, at talgilding fer at hava ein lutfalsligan størri leiklut framyvir, og tí er eitt trygt og álítandi undirstøðukervi av alstórum týdningi.

Framløgur frá kunningartiltakinum eru tøkar við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.

Støðulýsing av verkætlanini - Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri

Talgild tinglýsing - Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðari á tinglýsing, Umhvørvisstovan

Share