Undirtøkan til verkstovuna, um menning av vevtænastum til Heldina, var góð.

07. juni 2017

7 Juni 2017 skipaði Talgildu Føroyar fyri verkstova um menning av vevtænastum til Heldina. Heldin hevur nú verið í rakstri síðani oktober 2016 og sambært rundskrivi um Heldina, er tað álagt øllum almennum stovnum, at alt samskifti av dátum til og frá almennum KT-skipanum framyvir skal koyra umvegis Heldina. Sum liður í hesum er av týdningi, at mennarar av hesum vevtænastum fáa neyðugar førleikar og vegleiðing til tess av standa fyri hesum arbeiði.

Bodnir til verkstovuna vóru mennarar av vevtænastum til skipanir hjá bæði almennum stovnum og privatum fyritøkum og endamálið við verkstovuni var at geva mennarum høvi at fáa undirvísing í teimum vevtænastum, ið skulu knýtast í Heldina.

Undirtøkan til verkstovuna var góð og nærum 40 mennarar frá føroysku KT-vinnuni tóku lut í verkstovuni. Verkstovan varð deild upp í ymiskar fyrilestrar, sum allir høvdu til endamáls at undirvísa mennarum í vevtænastum hjá Heldini og samstundis geva víðari tey amboð og ta vitan, ið føroyska KT-vinnan kann fáa ágóða av til tess at veita røttu tænastuna til almennu og privatu vinnuna.

Les meira um verkstovuna og sí framløgurnar her: Verkstova um menning av vevtænastum

Share