Tilboð latin inn um at menna talgildan samleika

20. juni 2017

Kl. 12 í dag var seinasta freist at lata inn endaligt tilboð at menna talgildan samleika. Tvey tilboð komu inn, annað frá Elektron og hitt frá einum samtaki millum Klintra/Føroya Tele. Næstu dagarnir verða brúktir at meta um tilboðini, og síðani verður farið í samráðing við tann partin, sum út frá samlaðari meting út frá prísi og góðsku, er mettur at verða best skikkaður at loysa uppgávuna. Eftir ætlan verður sáttmáli undirskrivaður fríggjadagin hin 30. Juni.

Share