Talgildu Føroyar á vitjan í Grønlandi

06. september 2018

Umboð frá Talgildu Føroyum hava verið í Grønlandi hesa vikuna til ráðstevnu um talgilding.

Grønland arbeiðir í løtuni við eini royndarverktælan, ið hevur fingið íblástur úr Estlandi og Føroyum. Verkætlanin, ið nevnist Pitu, hevur til endamáls at knýta samfelagið betri saman við tryggum dátuflutningi. Í hesum sambandi bjóðaði Digitaliseringsstyrelsen í Grønlandi Talgildu Føroyum at greiða frá sínum royndum og loysnum.

Heldin varð tikin í nýtslu 25. oktober 2016 og alsamt fleiri brúkarar í almenna, kommunala og privata geiranum knýta seg í Heldina. Endamálið við Heldini er at skapa ein tryggan og standardiseraðan pall til dátu-samskifti, sum ger at allir brúkarar kunnu gagnnýta somu grundskráir. Heldin er sostatt ein sera týðandi partur av undirstøðukervinum í Talgildu Føroyum. Hesum greiddu Nicolai Balle, verkætlanarstjóri, og Lilly Hanssen, verkætlanarleiðari á Heldini, frá á ráðstevnuni í Grønlandi, har útvið 100 luttakarar vóru.

Share