Talgildu Føroyar á vitjan á Setrinum

17. januar 2019

Hósmorgunin vitjaðu vit KT lesandi á Setrinum í stásiligu hølunum í Sjóvinnuhúsinum. Qin Xin, professari í teldufrøði, bjóðaði Talgildu Føroyum at koma at tosa við triðja árs lesandi um møgulig evnir til bachelorritgerðirnar, ið skulu skrivast í vár.

Fyri KT lesandi eru nógv spennandi evnir í Talgildu Føroyum. Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri, og Janus Læarson, KT arkitektur, greiddu teimum lesandi frá ymisku verkætlanunum og tøknini handan loysnirnar.

Tað er gleðiligt fyri KT vinnuna, at møguleiki er at lesa KT verkfrøði í Føroyum. Akademisk viðgerð av okkara arbeiði er sera týðandi fyri framhaldandi menningina av KT í Føroyum, og tí gleðast vit um samstarvið við Fróðskaparsetrið.

Share