Talgildu Føroyar á arbeiðsvitjan á Falster

23. august 2019

Starvsfólk frá Talgildu Føroyum og Elektron hava hesa vikuna verið á arbeiðsvitjan á Falster í Danmark. Vitjanina hevði til endamáls at kanna, hvussu almennar talgildar loysnir vera supporteraðar, og hvussu skrásetingin av NemID er skipað.

Vitjað var í miðsavnaða tænastudepilinum hjá borger.dk, sum er partur av danska Erhversstyrelsen. Harumframt var vitjað hjá Guldborgsund Kommune á Falster. Guldborgsund er á stødd við Føroyar við gott 60.000 íbúgvum. Arbeiðsbólkurin varð væl móttikin, og Merkið var vundið á stong í sambandi við vitjanina.

Borger.dk er felags talgildur portalur, sum gevur dønum atgongd til sjálvgreiðslur og kunning frá myndugleikunum á einum staði. Borger.dk er sostatt sýnisgluggi fyri umleið 2000 kommunalar, regionalar og statsligar sjálvgreiðslur. Fyri at fáa atgongd til Borger.dk er neyðugt at hava samleikaloysnina NemID. Raksturin av Borger, sum varð sett í verk í 2007, er fíggjaður í felag av almenna, kommunala og regionala geiranum.

"Tað er nógv, vit kunnu læra av Borger.dk um handfaring av tørvinum hjá borgaranum" sigur Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum. Danmark gjørdist í fjør heimsmeistari í almennari talgilding, og ein av orsøkunum er, at borgarin er settur í miðdepilin av øllum tænastunum. Dentur verður lagdur á, at tað er javnvág millum almenna talgilding og møguleikan at hjálpa einstaka borgaranum. "Hetta er eisini eitt aðalmál hjá Talgildu Føroyum" sigur Nicolai Mohr Balle. "Tað er týðandi fyri álitið hjá føroyingum, at vit kunnu veita eina góða tænastu, og tað krevur, at vit seta borgaran í miðdepilin og tryggja, at starvsfólk kunnu veita eina nøktandi tænastu, " leggur hann aftrat.

Talgildu Føroyar eru, í samstarvi við Elektron, í gongd við at byggja upp support skipan, sum skal reka tænasturnar Samleikin og komandi tænastuportalin. Elektron hevur royndir við at reka Mínlykil, Mínboks, TAKS og peningastovnarnar. Krøvini til loysnirnar í Talgildu Føroyum eru tó nógv herdar, og tí hevur ein arbeiðsbólkur verið í Danmark og hugt eftir líknandi skipanum.

Á myndini: Kristian Petursson, rakstrar- og tænastuleiðari á Elektron, Jósup Hendriksen, løgfrøðingur, Jónsvein Simonsen, rakstrarleiðari, Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri og Lilly Dam Hanssen, verkætlanarleiðari á tænastuportalinum.

Share