Talgilda tín bý

24. september 2018

Í vikuskiftinum var hugskotsverkstova hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum. Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya skipaðu fyri tiltakinum, ið hevði til endamáls at talgilda býin. Starvsfólk hjá Talgildu Føroyum vóru við sum mentorar í verkstovuni.

12 bólkar luttóku í verkstovuni. Talgildu hugskotini vóru innan alt frá ferðslu, umhvørvi, grannalagi, app-menning og undirvísingartilfar. Luttakararnir høvdu tveir dagar at arbeiða við hugskotinum. Mentorar frá ymiskum stovnum og virkjum, ið arbeiða við talgilding, hjálptu luttakarunum at búna hugskotini, áðrenn tey vóru løgd fram leygarkvøldið.

Ein samd dómsnevnd metti, at besta hugskotið at talgilda býin var Tórspark. Tórspark er ein skipan, ið skal gera tað lættari at finna tøk parkeringspláss í Havn, og við tíðini eisini gera tað møguligt at bíleggja parkeringspláss. Tórspark varð mannað av Anniku Gregoriussen, Hans Olivur Joensen, Hilmar Simonsen og Biritu Jaobsen. Tey fingu 50.000 kr. fyri hugskotið.

Í Talgildu Føroyum fegnast vit um áhugan fyri talgilding og at stig verður tikið til slíkar verkstovur. Eisini var tað stuttligt at hoyra bólkar taka bæði Heldina og Talgilda Samleikin við í hugskotini.

Share