Tænastuportalurin gevur eitt samlað yvirlit

23. desember 2019

Menningin av Tænastuportalinum er í hesum døgum í hæddini. Arbeitt verður við Mínboks, kalendara og sjálvgreiðslum, sum saman skulu geva føroyingum eitt samlað yvirlit yvir persónligu viðurskiftini.

Teir fyrstu átta veitararnir eru í tøttum samstarvi við starvsfólk í Talgildu Føroyum at fáa talgildar tænastur klárar til íverksetanina. Menningin gongur við fúkandi ferð, og fleiri sjálvgreiðslur leggjast støðugt aftrat. Allar tænasturnar verða viðgjørdar av greinarum og UX starvsfólki, so tær á besta hátt kunnu tillagast tørvin hjá stovnum, starvsfólkum og borgarum. Hetta er fyri at tryggja, at eingin følir seg fremmandagjørdan av talgildu tænastunum.

Nýggir veitarar venda sær eisini javnan til Talgildu Føroyar um at menna tænastur á tænastuportalinum. Talgildu Føroyar hava havt innleiðandi fundir við aðrar stovnar um at brúka tænastuportalin til teirra talgildu tænastur. Hetta gevur okkum eina klára ábending um, at stórur tørvur er á eini felags loysn, og at framtíðarmøguleikarnir eru stórir. Vit hava góðar vónir um, at tænastuportalurin fer at hava stórt samfelagsligt gagn og fer at draga bæði stovnar og brúkarar til sín í framtíðini.

Share