Tænastuportalurin eitur Vangin

06. mai 2020

Tá ið føroyingar í heyst fara at kunna brúka Samleikan, verður Vangin ein av tænastunum, ið ritast kann inn á.

Vangin er nýggj føroysk tænasta, har talgildar tænastur frá almennum stovnum eru savnaðar á einum stað. Hetta fer at gera tað lættari, skjótari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti. Vangin er persónligur og gevur atgongd til Mínboks, sjálvgreiðslur av ymsum slag og innlit í egnar dátur.

Vangin er meira enn ein nýggj heimasíða. Vangin brýtur slóð innan talgilding, tí hóast tænasturnar verða avgreiddar á síðuni, so eru tað einstøku tænastuveitararnir, ið hava ábyrgd av egnum dátum, mannagongdum og málsviðgerðum. Dátur og upplýsingar verða einans sýndar á Vanganum, meðan tær framvegis liggja trygt hjá ymsu tænastuveitarunum. Hetta merkir, at tú sum brúkari fær eitt samlað yvirlit yvir tínar dátur.

Saman við Samleikanum fer Vangin í eina stigvísa íverksetan í summar og í heyst verður hann tøkur fyri allar føroyingar. At byrja við verða 7 tænastuveitarar umboðaðir á Vanganum. Tórshavnar Kommuna er við sum einasta kommuna.

Búmerkið ímyndar eitt lás og ein persón sum tekin um, at Vangin er persónligur, og dáturnar allar væl vardar. Litirnir í bæði Samleikanum og Vanganum umboða norðlýsið, hvørs dansandi ljós minnir um eina himmalska stjørnulind, sum blaktrar yvir fjallatind.

Share