Stór grein um Talgildu Føroyar í The Next Web

13. mars 2018

Í dag hevur talgilda tíðarritið The Next Web eina stóra grein um Talgildu Føroyar. The Next Web er ein viðurkend heimasíða, sum viðgerð rák innan tøkni og talgildan. Nevnast kann at The Next Web hava nærum tvær milliónir fylgjarar á Twitter, har greinin eisini er deild. Greinin er skrivað út frá samrøðum við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóra. Talgildu Føroyar frøist um hetta altjóða uppmerksemi um verkætlanina.

Greinin kann lesast her

Share