Samleikin verður tikin í nýtslu í 2020

11. november 2019

Talgildu Føroyar eru væl áleiðis við at menna Samleikan, ið verður talgild innritan, eyðkenning og við tíðini undirskrift til allar føroyingar. Samleikin verður tikin í nýtslu í fyrru helvt av 2020. Íverksetanin er seinkað nakað, í mun til upprunaligu ætlanina, men verður í verkætlanartíðarskeiðnum.

Arbeiðið við at menna Samleikan er við at koma undir land og síðani kemur ein víðfevnd royndartilgongd, har allir lutir í skipanini verða royndarkoyrdir.

Frá byrjan hevur eitt av aðalmálunum hjá Talgildu Føroyum verið, at Samleikin skal lúka altjóða krøv. Ítøkiliga er talan um ES fyriskipan, nevnd eIDAS. Umframt at hetta tryggjar okkum eina loysn, sum lýkur øll viðkomandi krøv í mun til trygd og fyrisiting, merkir hetta, at Samleikin við tíðini gevur okkum atgongd til útlendskar talgildar tænastur, eins og útlendingar kunnu fáa atgongd til føroyskar talgildar tænastur við sínum egna talgilda tjóðarsamleika.

Talgildu Føroyar settu sær tíðliga sum mál, bæði í mun til útbreiðslu og nýtslu, at Samleikin skal virka á fareindum, t.v.s. telefon og teldli og verður Samleikin settur í verk sum app.

At nýta talgildar samleikar á app er eitt rák, ið eisini sæst í grannalondunum. Royndir vísa eisini, at app loysnirnar økja um nýtsluna millum borgarar. Hetta gevur Talgildu Føroyum eina góða ábending um, at Samleika appin fer at hava stóra undirtøku millum føroyingar.

Tey, ið ikki ynskja ella hava møguleika til, at nýta Samleikan sum app, fáa møguleikan at ogna sær Samleikan á USB-lykli.

Tá ið Samleikin verður tikin í nýtslu, kemur hann í staðin fyri Mínlykil og NemID, so føroyingar hava eina felags talgilda loysn.

Share