Samleikin sum app og USB

17. januar 2020

Tá ið Samleikin verður tikin í nýtslu, verður tað sum app og USB. Samleikin skal brúkast hvørja ferð, tá ið ritað verður inn á talgildar tænastur.

Tá ið tú fert at rita inn á talgildar tænastur, verður Samleikin lykilin, ið gevur tær atgongd. Tú mást sostatt hava annaðhvørt appina ella USB loysnina hjá tær, tá ið tú ritar inn.

Samleikin er ein trygg tænasta, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Hetta merkir ein innritan, har tú skalt ígjøgnum fleiri stig. Við Samleikanum verður talan um tvey stig

1. hava Samleikan hjá tær fyri at góðkenna innritanina
2. skriva loynitalið, ið tú hevur valt

Samleikin kann sostatt ikki misnýtast, uttan at ein óviðkomandi hevur bæði Samleikan og títt loynital.

USB loysnin er ment í samstarvi við svensku fyritøkuna Yubico, sum hevur drúgvar royndir við multi faktor innritanir. Les meira um USB loysnina í svenska miðlinum ComputerSweden

Share