Samleikin og Vangin klár at taka í nýtslu

29. mai 2020

Hendan vikan hevur verið sera hendingarík hjá okkum. Samleikin, sum er ein av fýra verkætlanum í Talgildu Føroyum, er vorðin klárur at taka í nýtslu.

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt á øllum mótum við at leggja síðstu hond á loysnina. M.a. hevur verið arbeitt við at fáa gongd á raksturin, fyrireika appina til nýtslu, gera kunningartilfar, skipa mannagongdir til brúkaratænastuna og fara ígjøgnum eina størri KT skoðan av øllum Samleikanum. Hetta hevur alt latið seg gjørt, vegna stóru tøkini, ið allir partar í verkætlanini hava tikið í felag.

Nú er komið á mál. Teir fyrstu brúkararnir kundu fyrr í vikuni skráseta sær ein Samleika. Millum brúkararnar vóru Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann fekk høvi at royna at skráseta Samleikan á fartelefonini úti í Tinganesi. Ein av fyrimununum við Samleika appini er, at allir brúkarar kunnu skráseta seg uttan mun til tíð og stað.

Landsstýrismaðurin skal nú saman við gott 100 øðrum fólkum, ið umboða ein breiðan skara av føroyingum, royndarkoyra Samleikan í summar. Í hesum tíðarskeiðnum kunnu tey brúka Samleikan at rita inn á  Mínrokning, Borgara- og Vinnugluggan hjá TAKS og Vangan, sum nýggi føroyski tænastuportalurin eitur. At byrja við verða á Vanganum áleið 40 sjálvgreiðslur og tænastur hjá ymiskum almennum stovnum at finna. Harumframt verður atgongd eisini til Mínboks í nýggjum hami. Vangin fer at gera tað lættari, skjótari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti talgilt.

At seta Samleikan í nýtslu fyri summarfrítíðina, hevur havt okkara hægstu raðfesting seinasta árið. Longu fyrr í ár var avgjørt at byrja við eini stigvísari íverksetan av loysnunum. Á henda hátt vilja vit tryggja, at loysnir og mannagongdir eru væl royndar, áðrenn allir føroyingar í heyst fáa í boði at brúka Samleikan og Vangan.

Vit eru spent um komandi tíðina, tá ið gott 100 føroyingar fáa atgongd til eina røð av talgildum tænastum á ein lættan og tryggan hátt.

Jónsvein Simonsen, verkætlanarleiðari á Samleikanum, og Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri, vóru millum tey fyrstu, ið fingu skrásett Samleikan á telefonina.

Tað var góður hýrur á skrivstovuni, tá ið Lilly Dam Hanssen, verkætlanarleiðari, ritaði inn á Vangan við Samleikanum fyrstu ferð.

Share