Samleikin nærkast í hvørjum

23. desember 2019

Menningin av Samleikanum er so væl ávegis, at farið er undir at royndarkoyra partar av loysnini. Í skrivandi stund verður arbeitt við yvirtøkuroyndini. Her verða flestu funktiónir í Samleikanum royndarkoyrdar, alt frá skráseting, til at skapa lyklar og innrita. Endamálið er at tryggja, at Samleikin livir upp til tey krøv og standardar, ið vórðu sett, tá ið farið varð undir menning.

Umboð fyri tænastuveitarar og Sjóndepilin hava eisini luttikið í yvirtøkuroyndini, so vissa er um, at loysnin eisini er klár at nýta hjá so nógvum føroyingum sum møguligt. Yvirtøkuroyndin verður eftir ætlan liðug fyri ársskiftið. Gongur royndin væl, fer Samleikin úr menning og verður formliga yvirtikin av Talgildu Føroyum. Royndin er sostatt ein stórur varði í verkætlanini.

Fyrireikingar til sokallaðar penetration tests eru eisini í umbúna. Tá verður alt rakstrarumhvørvið royndarkoyrt fyri møgulig KT álop sum innbrot í teldukervi o.s.fr. Hetta verður gjørt av útlendskari fyritøku, ið hevur viðkomandi góðkenningina, ið livir upp til ES krøvini hjá Samleikanum. Saman við skoðanini hjá BSI Group komandi vár fáa føroyingar ein Samleika, sum fer at kunna verða brúktur til talgildar tænastur í ES og Norðurlondum.

Val av loysn til talgilda undirskrift er við at koma undir land. Av tí at nýggjur standardur varð tikin í nýtslu í ES í ár, hevur verið bíðað við hesum partinum av Samleikanum. Kanningararbeiðið er gjørt um talgildar undirskriftir, og væntandi verður avgerð tikin um loysn og veitara av undirskriftini beint eftir ársskiftið. Menningin byrjar í 2020.

Ein fyritreyt fyri góðari útbreiðslu og móttøku av Samleikanum og tænastuportalinum er ein góð tænasta til bæði brúkarar og tænastuveitarar.

Í ár varð avtala gjørd við Elektron um brúkaratænastu. Avtalan inniber í stuttum, at Elektron skal taka sær av skrásetingum í Samleikanum og hjálpa brúkarum við teimum avbjóðingum, ið kunnu taka seg upp. Elektron hevur góðar royndir við hesum slag av tænastu, og hevur m.a. havt ábyrgdina av Mínlykil øll árini umframt tænastuveiting til peningastovnarnar.

Somuleiðis verður nógv orka løgd í fyrireikingarnar hjá stovnum og fyritøkum at knýta í tænastur í Talgildu Føroyar. Tey fyrstu, ið fáa Samleikan, verða teir veitarar, sum í dag brúka Mínlykil. Arbeiðið krevur neyvar mannagongdir, og fleiri KT krøv skulu lúkast.

Starvsfólk í Talgildu Føroyum arbeiða tí við at ráðgeva tænastuveitarar um, hvussu hetta verður gjørt smidliga og munagott. Orka verður løgd í at skjalfesta mannagongdirnar og lýsa KT krøvini í sambandi við tænasturnar í Talgildu Føroyum.

Share