Samleikin grannskoðaður

04. september 2020

Hesa vikuna hevur Samleikin verið grannskoðaður. KT grannskoðanin er eitt av síðstu stigunum, ið skal takast, áðrenn Samleikin verður klárur hjá føroyingum at taka í nýtslu seinni í ár.

Grannskoðarar frá altjóða grannskoðaravirkinum BSI Group hava staðið fyri grannskoðanini. Grannskoðararnir, sum hava vitjað í Føroyum í fleiri umførum, eru farnir ígjøgnum allar partar av Samleikanum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at Samleikin lýkur høg altjóða krøv.

Frá byrjan hevur eitt av málunum verið, at Samleikin eisini skal kunna brúkast í útheiminum. Tí settu vit okkum fyri at møta krøvunum hjá ES um talgildar samleikar, ið nevnist eIDAS. Endamálið við eIDAS er at gera tað lættari og meira álítandi at fáast við talgild viðurskifti.

Meðan grannskoðanin fór fram, vóru umboð frá Talgildu Føroyum, Elektron og samtakinum Klintra / Føroya Tele savnað saman við grannskoðarunum. Hugt varð eftir, at allar skipanir, mannagongdir og reglugerðir eru væl skjalfestar í samráð við krøvini í eIDAS.

Grannskoðanin hevur gingið væl, og eru vit væl nøgd við úrslitið.

Á myndunum omanfyri síggjast Janus Læarsson, KT arkitektur, Jónsvein Simonsen, rakstrarleiðari og Jósup Henriksen, løgfrøðingur, til KT grannskoðanina.

Share