Samleikin fingið samleika

03. juli 2019

Tá ið nýggi, føroyski talgildi samleikin verður tikin í nýtslu, verður tað undir navninum Samleikin og við vakra búmerkinum, ið Sendistovan hevur sniðgivið. Dentur er lagdur á, at Samleikin skal verða lættur at kenna aftur, og at hann kann nýtast í øllum sløgum av samskifti.

Búmerkið ímyndar eitt eyga og ein lykil, og hvussu hesi eru samanbundin. Hetta er ein týðandi liður í Samleikanum, ið verður tín persónligi lykil til talgildar tænastur.
Litirnir í búmerkinum umboða norðlýsið, hvørs dansandi ljós minnir um eina himmalska stjørnulind, sum blaktrar yvir fjallatind.

Navnið er valt í eini verkstovutilgongd, har málkøn fólk og aðrir áhugabólkar viðgjørdu fleiri enn 100 navnauppskot.

Við Samleikanum skapa Talgildu Føroyar eina trygga og tíðarhóskandi atgongd til talgildar tænastur. Loysnin hevur trygd í hásæti og nýtslusemi er raðfest høgt, so loysnin verður einføld og greið at nýta hjá øllum føroyingum.

Samleikin fer at koma í staðin fyri Mínlykil og sum frá líður eisini NemID. Samleikin er ein av teimum fýra súlunum í Talgildu Føroyum, og verður hann saman við øðrum loysnum partur av føroyska talgilda undirstøðukervinum, ið framyvir fer at tryggja borgarar og dátur teirra. Hetta, so talgildar tænastur kunnu nýtast uttan avmarkingar og ampa.

Samleikin verður trygg innritan, eyðmerking og undirskrift, sum í fyrstu atløgu verður brúktur við eini app á telefonini ella við einum USB lykli.

Share