OutSystems BootCamp verkstova

25. juni 2018

Talgildu Føroyar og OutSystems skipaðu í farnu viku fyri BootCamp menningarverkstovu.

Verkstovan, ið vardi alla vikuna, legði serligan dent á kjarnuna í OutSystems og sjálva lowcode menningina. OutSystems menningarpallurin er sera úrslitagóður, tí vevskipanir og appir kunnu mennast á ein skjótan og skipaðan hátt.

Fyrr í ár gjørdi Gjaldstovan avtalu við OutSystems um at veita menningarpall til komandi tænastuportalin. Í mai varð avtala gjørd við Formula, ið veitir tvey starvsfólk, Jón Johannesen og Hans Jákup Danielsen, at menna fyrstu veitingarnar á tænastuportalinum. Jón og Hans Jákup sita saman við Talgildu Føroyum og menna komandi árið.

Áhugin í at gerast tænastuveitari á komandi tænastuportalinum er stórur. Hetta verður ein góður møguleiki hjá almennum stovnum, kommunum og virkjum at koma í beinleiðis samband við borgararnar. Tænastuportalurin fer at veita sjálvavgreiðslur, áminningar og týðandi kunning. Tænastuportalurin verður fyri øll, og fer hann eisini at liva upp til altjóða krøv innan brúkarastandardar. Tænastuportalurin verður tikin í nýtslu komandi ár.

11 luttakarar vóru á verkstovuni, ið endaði við eini roynd. Aftur í heyst verður skipað fyri verkstovu saman við OutSystems.

Share