Ókeypis kort og geodátur

20. desember 2018

Í tíðarskeiðinum 2016-2020 samstarva Umhvørvisstovan og Talgildu Føroyar um talgilding av føroysku grundardátum. Ein partur av grundardátunum eru kort og geo-dátur. Hetta er ein týdningarmikil partur av dátugrundarlagnum hjá kommunum eins og almennum stovnum, privatum feløgum og borgarum.

Endamálið er at tryggja eina skynsama nýtslu av grundardátum í føroyska samfelagnum við at gera tær álítandi, tøkar og ókeypis. Sostatt skulu almennar upplýsingar, kort og geodátur vera tøkar hjá øllum samfelagnum at gagnnýta uttan kostnað.

Undanfarin ár hevur Umhvørvisstovan veitt hesa tænastuna til kommunur, sum síðani hava goldið eftir rokning. Annaðhvørt sum árligt gjald ella fyri sjálva veitingina. Í 2018 eru rokningar ikki sendar kommunum fyri kort og geodátur.

Talgildu Føroyar hevur eina sermerkta fígging. Umframt landsstýrið eru tað kommunur og ein røð av fyritøkum og feløgum, ið eru við at fíggja verkætlanina. Samlað skulu kommunurnar rinda gott 25 milliónir krónur av teimum 150 krónunum, ið verkætlanin kostar.

Tórshavnar Kommuna skrivaði í desember undir samstarvsavtalu um Talgildu Føroyar. Talgildu Føroyar samskifta eisini við aðrar kommunur, og hava fleiri teirra játtað at luttaka í samstarvinum. Í næstum verða væntandi fleiri samstarvsavtalur undirskrivaðar við allar aðrar kommunur í landinum.

Longu nú fer Umhvørvisstovan – í samstarvi við Talgildu Føroyar – at lata kommunum kort og geodátur ókeypis til brúks.

Talan er um:

  • matrikulkort
  • myndakort
  • lendiskort (bygningar, vegir, strandalinjur v.m)
  • 2 m hæddarkurvar

Tær kommunur, ið eru við í fíggingini av Talgildu Føroyar verkætlanini, fara framhaldandi at fáa geodáturnar  uttan kostnað. Aðrar kommunur mugu gera serstakar avtalur um kostnað og avmarkingar í nýtsluni við Umhvørvisstovuna.

Share