Nýggjur rakstrarleiðari í Talgildu Føroyum

15. august 2018

​​​​​​​​​Gjaldstovan hevur sett nýggjan rakstrarleiðara í starv hjá Talgildu Føroyum. Nýggi leiðarin er Jónsvein Simonsen, og hann byrjar í starvinum í dag.

Jónsvein er 57 ára gamal og hevur góðar royndir í leiðslu, organisasjón og KT. Jónsvein kemur úr einum starvi sum verkætlanarleiðari í Effo. Umframt at vera útbúgvin innan bankavirksemi og leiðslu, hevur Jónsvein drúgvar royndir at starvast við KT-verkætlanum.

Uppgávan hjá Jónsveini verður í ​fyrstu syftu at hava ábyrgd av at seta á stovn eitt rakstrarumhvørvi, so komandi Talgildi Samleikin verður settur skynsamt og trygt í verk komandi ár. Talgildi Samleikin setur stór rakstrarkrøv og fer at liva upp til altjóða standardar innan KT-trygd. So hvørt sum aðrar loysnir í Talgildu Føroyum verða tiknar í nýtslu, fer starvið at fevna um fleiri uppgávur. Jónsvein fer at virka í tøttum samstarvi við mennaran, Klintra-Føroya Tele, og rakstrarveitaran, Elektron. 

6 umsóknir vóru til starvið sum rakstrarleiðari, og ein samd setanarnevnd valdi at seta Jónsvein.

Share