Nú kanst tú síggja framløgurnar frá Leidd og Eygleidd

11. januar 2019

​Fyrr í vetur skipaði Etiska Ráðið fyri tiltakinum Leidd og Eygleidd í Reinsarínum. Evnið var talgilding og etikkur.

Tiltakið byrjaði ymiskum framløgum um evnið og síðani var orðaskiftið. Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyar, var ein av luttakarunum, og tosaði hann um verkætlanina í mun til talgilda almenning.

Framløgan hjá Nicolai og hinum luttakarunum kann nú síggjast á heimasíðuni hjá Etiska Ráðnum og við at trýsta her

Av tekniskum ávum virkaðu upptøkurnar á Reinsarínum ikki, og tí vóru framløgurnar endurtiknar í Smæruni nakrar dagar seinni.

Share