Nú er at halda fast í talgildingini av Føroyum

30. juni 2020

Í Talgildu Føroyum hava vit lagt okkum eftir, at talgilda undirstøðkervið sum meginregla skal verða staðsett í Føroyum, og at tað skal verða ment og rikið av føroyskum veitarum.

Tað er ein týðandi fyrimunur fyri verkætlanina, at vit hava fingið ágóðan av góðu KT førleikunum í Føroyum. Við almennum útboðum hava vit samstarvað við nógvar føroyskar KT veitarar at menna og reka loysnirnar hjá Talgildu Føroyum.

Við hesum hava Talgildu Føroyar eisini verið við til, at fjálgað og styrkt um KT vinnuna, og við nýggjum og avbjóðandi uppgávum gjørt tað attraktivt hjá útisetum at flyta heim aftur Føroya at arbeiða.

Les um hvussu KT Felagið mælir til, at vit halda fast í talgildingini í Føroyum

KT-felagið: Nú er at halda fast í talgildingini av Føroyum

Share