Nes Kommuna partur av Talgildu Føroyum

14. juli 2020

Í dag skrivaðu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu, undir avtalu um Talgildu Føroyar. Avtalan inniber í stuttum, at Nes Kommuna fær atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum og fer undir at menna borgarum sínum tænastur á Vanganum.

Talgildu Føroyar fegnast um avtaluna. Tað hevur alstóran týdning fyri talgilding, at undirstøðukervið er kjølfest breitt í føroyska samfelagnum. Kommunurnar veita í dag føroyingum nógvar tænastur, og tí verður avtalan ein fyrimunur fyri teir gott 1.300 borgararnar í Nes Kommunu, sum fáa ágóðan av hentleikunum í Talgildu Føroyum.

Frammanundan hava átta almennir stovnar og Tórshavnar Kommuna tænastur á Vangan, sum fer at gera tað lættari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti. Eisini eru stovnar, fyritøkur og føroysku peningastovnarnir farin undir fyrireikingarnar at taka Samleikan í nýtslu.

Sambært ST kanningini, E-Government Survey 2020, er tað týðandi fyri samfelagið, at talgildar loysnir verða gjørdar tvørtur um geirar við borgaranum í miðdeplinum. Eitt miðsavnað talgilt undirstøðukervið við Heldini, Samleikanum og Vanganum, sum er ment í samstarvið við land, kommunu og vinnu, fer framyvir at hava stórt gagn við sær fyri fólk, vinnu og samfelagið sum heild.

Vangin er saman við Samleikanum í einari stigvísari verksetan, har gott 100 føroyingar hava fingið høvið at royna tænasturnar. Á henda hátt tryggja vit føroyingum góðar og vælvirkar loysnir, tá ið tær verða klárar seinni í ár hjá øllum føroyingum at nýta.

Les meira um avtaluna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum:

Nes Kommuna samstarvsfelagið hjá Talgildu Føroyum

Share