Mølholm Forsikring gjørt avtalu um Mínlykil

28. august 2019

Føroyingar, ið hava teknað trygging hjá danska Mølholm Forsikring, kunnu nú rita rita inn á talgildu tænasturnar hjá tryggingarfelagnum við Mínlykil. Gjaldstovan, sum eigur Mínlykil, hevur gjørt avtalu við Mølholm Forsikring um at brúka føroysku loysnina sum innritan hjá føroyingum, inntil Samleikin verður tikin í nýtslu.

Síðan Mølholm Forsikring fór undir at brúka NemID at rita inn við, hava føroyingar ikki havt atgongd til talgildu tænasturnar hjá tryggingafelagnum. Nógv tíð hevur tí verið nýtt til telefonavgreiðslur, og tískil setti Mølholm Forsikring seg í samband við Gjaldstovuna um at brúka Mínlykil. Innritanin við Mínlykil fer at lætta munandi um og geva teimum føroyingum, sum eru kundar hjá Mølhom, eina munandi betri tænastu.

Eini 2.000 føroyingar eru kundar hjá danska tryggingarfelagnum, og tað er sera týdningarmikið, at øll hava eina trygga og álítandi innritan til síni persónligu viðurskifti. Yvir 26.000 føroyingar brúka Mínlykil.

Í Talgildu Føroyum verður arbeitt við at komandi Samleikin skal kunna brúkast til talgildar tænastur uttanlands. Tí fegnast vit um, at avtala er komin í lag við ein útlendskan tænastuveitara. Tá ið Samleikin verður tikin í nýtslu, fer hann at avloysa Mínlykil, eisini til at innrita á tænasturnar hjá Mølholm Forsikring. Ein trygg talgild innritan tryggjar teg og tínar dátur, so eingin óviðkomandi fær atgongd til tær.

Tey, ið ikki hava Mínlykil, kunnu skjótt og lætt skráseta seg til tænastuna á minlykil.fo

Share