Lógaruppskotið um Talgilda Samleikan sent til ummælis

05. oktober 2018

Landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum hevur sent lógaruppskotið um Talgilda Samleikan ummælis.

Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at dygdin á lógararbeiðinum er so góð sum tilber. Lógaruppskotið skipar karmarnar um Talgilda Samleikan. Talgildi Samleikin fer at gera tað skjótari og einfaldari at avgreiða síni viðurskifti talgilt, samstundis sum upplýsingarnar verða rættari og tryggari.

Menningin av Talgilda Samleikanum er komin langt áleiðis, og gongur sum ætlað verður Talgildi Samleikin tikin í nýtslu fyrra hálvár 2019.

Ummælissvar kunnu latast Fíggjarmálaráðnum á fmr@fmr.fo áðrenn 31. oktober 2018.

Lóggaruppskotið kann lesast her

Share