Leidd og eygleidd

03. desember 2018

Nógv fólk var møtt upp í Reinsarínum í Tórsgøtu, tá ið Etiska ráðið skipaði fyri sínum fyrsta almenna tiltakið, mikukvøldið 28. november. Undir heitinum Leidd og eygleidd varð ljós varpað á talgilding úr einum etiskum sjónarhorni. Hetta hevur stóran áhuga í hesum døgum, tá talgilding veruliga tekur dik á seg, og vit nærkast verksetanini av bæði Talgilda Samleikanum og Tænastuportalinum.

Forkvinnan í etiska ráðnum, Hildur við Høgadalsá, bjóðaði vælkomin og tosaði um, at tað er umráðandi at steðga á og spyrja, hvussu talgilding ávirkar okkum sum menniskju, og um vit kunnu kenna okkum trygg í talgildingini.

Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum, hevði eina framløgu um menniskjaliga sjónarmiðið í Talgildu Føroyum. Nicolai greiddi m.a. frá fleiri av meginreglunum í Talgildu Føroyum:

  • at tað skal verða sjálvboðið fyri borgarar at nýta loysnirnar
  • trygdin skal verða í hásæti
  • loysnirnar skulu skapa álit og gjøgnumskygni
  • loysnirnar verða til øll, sum kunnu, tíma og vilja

Hini sum høvdu upplegg og luttóku í orðaskiftinum vóru: Eyðhild Skaalum, stjóri í Dataeftirlitinum, Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Sigrun Mohr, umboðandi borgaran, Eilev Sivertsen, KT grannskoðari og Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki.
Aftaná fimm áhugaverdar framløgur var orðaskifti. Dátutrygd var serliga nógv umrødd. Luttakararnir í panelinum løgdu dent á, at lógarkarmarnir um persónsdátur og talgilding mugu endurskoðast, og eftirlitið má økjast um talgildingin skal verða munagóð fyri samfelagið sum heild. Umboð fyri lógarverkið í Landsstyrinum vísti á, at persónsdátalóggávan verður dagførd í løtuni, og at vit í Føroyum fara at fáa dátuverndarábyrgdarar, sum vit kenna úr ES fyriskipanini GDPR. Harumframt hevur lógin um Talgilda Samleikan verið til hoyringar í oktober og verður nú gjørd klár at fara í tingið.
Harafturat komu fleiri røðarar inn á, at tað er umráðandi at øll, ið nýta talgildar tænastur verða tilvitað um at verja og verða kritisk um, hvørjar upplýsingar eru skrásettar um einstaka borgaran. Við sokallaðum talgildum dannelse skulu borgarar duga at bera seg sosialt og etiskt at í talgilda heiminum, samstundis sum teirra talgildu førleikar og hegnið verða styrkt.
Menningin av Talgilda Samleikanum og Tænastuportalinum er komin langt áleiðis, og gongur sum ætlað, verða tænasturnar tiknar í nýtslu fyrra hálv ár 2019. Í hesum sambandi verður nógv orka løgd í at leggja kunningartilfar til rættis, sum skal hjálpa føroyingum at fáa sum mest burtur úr talgildu tænastunum.
Vit í Talgildu Føroyum takka Etiska ráðnum fyri at skipa fyri einum slíkum tiltakið og eisini øllum teimum, ið funnu sær vegin oman í Reinsaríið mikukvøldið.

Share