Landsfelag Pensjónista stóran áhuga í Talgildu Føroyum

25. oktober 2018

Á formansfundi hjá Landsfelag Pensjónista 23. oktober, í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu, vórðu vit boðin at hava eina framløgu um Talgildu Føroyar.

Landsfelagið hevur til endamáls at arbeiða fyri fíggjarligum, sosialum, mentanarligum og øllum øðrum áhugamálum pensjónista. Tí hevur Talgildu Føroyar áhuga í kunning nú lógin um Talgilda Samleikan er til ummælis hjá m.a. Landsfelag Pensjónista.

Umboð úr øllum 16 pensjónistafeløgunum í Føroyum vóru til staðar. Áhugin fyri talgildu loysnunum var stórur. Áhoyrararnir fingu høvið at seta starvsfólkum í Talgildu Føroyum spurningar um trygdina, nýtslumótið, og um tað verður krav at nýta loysnirnar. Fundarluttakararnir vóru sera nøgdir við at hoyra, at Talgildi Samleikin ikki verður eitt lógarkrav, men eitt tilboð. Fleiri av teimum, ið vóru til staðar eru von við talgildar tænastur, meðan onnur ikki seta seg føran fyri at nýta talgildar tænastur. Semja var um, at tað er týdningarmikið, at øll hava møguleika at avgreiða síni egnu viðurskifti.

Landsfelag Pensjónista er ein av fleiri brúkarabólkum, ið vit fara at samstarvast meira við sum arbeiðið við menningini líður. Hetta fyri at tryggja, at loysnirnar eru skynsamar fyri alt Føroya fólk.

Vit taka viðmerkingarnar og spurningarnir frá umboðunum í Landsfelag Pensjónista til eftirtektar og takka fyri møguleikan at greiða frá Talgildu Føroyum.

Share