Kunningarfundur um lógaruppskotini

12. mars 2019

Á fundi í Tinganesi í gjáramorgunin, fingu vit høvi at greiða løgtingsfólkum frá Talgildu Føroyum og lógaruppskotunum um talgilda samleikan og virkisskránna. Tað var landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, ið hevði bjóðað inn til fundin.

Av teimum 42 lógaruppskotunum, ið landsstýrið lat Løgtinginum 1. mars, eru tvey beinleiðis knýtt at Talgildu Føroyum. Jósup Henriksen, løgfrøðiligur ráðgevi í Talgildu Føroyum, lýsti lógirnar gjøllari fyri tingfólkunum. Jósup greiddi frá, at endamálið við lógunum er at skapa løgfrøðiligu karmarnar um samfelagstýðandi loysnir, sum talgildi samleikin og virkisskráin eru.

Virkisskráin er partur av grundardátuverkætlanini. Grundardáturnar eru grundleggjandi upplýsingar um Føroyar og føroyingar. Eins og við restini av grundardátunum skulu upplýsingar í virkisskránni gerast tøkar fyri øll. Harumframt skal virkisskráin gera tað skjótari og lættari at stovna virkir og fáa fatur á hagtølum.

Lógin um talgilda samleikan fevnir um almennu føroysku KT-loysnina til elektroniska eyðmerking og undirskrift. Samleikin kemur í staðin fyri Mínlykil, sum vit kenna í dag. Samleikin fer tó at hava væl hægri trygdar krøv og kunna nýtast at undirskriva skjøl við. Viðvíkjandi undirskriftini er tað týdningarmikið, at hon verður javnstillað við handskrivaðu undirskriftina.

Lógin um talgilda samleikan leggur upp til, at Samleikin er ein sjálvboðin loysn til føroyingar, men at allir almennir stovnar, ið veita talgildar tænastur skulu kunnu bjóða føroyingum at nýta Samleikan.

At enda fingu vit eisini høvið at vísa løgtingsfólkunum prototypur av Samleikanum og Tænastuportalinum.

Share