Katalanski ráðharrin innan talgilding kemur til Føroyar

28. januar 2019

Hesa vikuna fær Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vitjan av Jordi Puigneró, katalanska ráðharranum innan talgilding. Við í fylgji hansara er stjórin fyri SmartCatalonia, aðalstjórin í stjórnarráðnum fyri talgilding og almenna fyrisiting, og stjórin í ICT, sum er tilsvarandi okkara KT Landsins.

Katalanski ráðharrin kemur at kunna seg um Talgildu Føroyar og føroysk viðurskifti sum heild. Í hesum sambandi vitjar Jordi Puigneró við fylgji sínum í Albert Hall fríggjadagin 1. februar. Her fara Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri á Talgildu Føroyar, at greiða frá talgildu loysnunum, ið arbeitt verður við.

Meira kann lesast um vitjanina á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.

Share