Kanningarferð í Íslandi

28. september 2017

Sum liður í kanningararbeiðinum og menningini av Tænastuportalinum, hevur verkætlanartoymið í Talgildu Føroyum verið á uttalandsferðum. Endamálið við túrunum hevur verið at fáa íblástur og skapa samstarv við onnur lond, um talgildar skipanir og loysnir.

Í vár varð vitjað í Estlandi og her í september hava Danmark og Ísland staðið fyri tørni. Talan er um lond, sum øll eru frammaliga innan talgilding. Túrurin í  Íslandi fór fam í døgunum 26. og 27. september. Á ferðini vitjaði toymið Þjóðskrá Íslands, ið umsitur fleiri grundskráir, Íslendska tænastuportalin og Icekey, sum er ein Íslendsk samleika loysn.

Umframt at fáa høvi at fáa innlit í talgildu loysnunum hjá íslendingum, høvdu umboðini fyri Talgildu Føroyar eisini framløgu um Talgildu Føroyar. Á hesi framløgu luttóku fólk  frá Íslendska Fíggjarmálaráðnum, Íslendska Flutnings- og Kommunumálaráðnum, Skattamyndugleikunum og Þjóðskrá Íslands.

Framløgan um Heldina vakti serligan áhuga hjá íslendingum av tí, at teir umhugsa at taka eina tílíka skipan í nýtslu. Tískil vóru nógvir spurningar um tilgongdina og loysnina av Heldini. Túrurin til Íslands gav somuleiðis toyminum høvi at tosa við fleiri borgarar um teirra nýtslu av íslendska portalinum. Á fleiri økjum gav hetta samskifti toyminum góðan íblástur til menningina av Tænastuportalinum og sum heild eru vónirnar um eitt gevandi samstarv við Ísland framyvir góðar.

Share